VIT PASSA UPP Á HVØNN ANNAN
Sparring fer ALTÍÐ fram við fullari verjuútgerð (hanskar, munnverja o.s.fr.)
Tú boksar bert í felagnum – ongantíð uttanfyri ella uttan venjara
Vit vísa ans og virðing fyri aldri og støði hjá hvørjum øðrum
VIT ERU GÓÐIR VINIR – ALTÍÐ
Vit heilsa upp á hvønn annan og eru vinir áðrenn, undir og eftir venjing
Vit stuðla hvørjum øðrum
Vit hjálpa hvørjum øðrum – bæði í og uttan fyri ringin
VIT PASSA VÆL UPP Á FELAGIÐ
Felagið og útgerðin er okkara felags ábyrgd – vit rudda upp og passa væl upp á alt
Sig frá, um nakað er farið fyri skeyti
Øll skulu kenna seg vælkomin
VIT VENJA VIÐ VIRÐING OG DISIPLIN
Vit møta til tíðina og lurta eftir venjarunum
Vit hava tað stuttligt – men venja við seriøsiteti
Boksing er til fyri at gera okkum sterkari og sunnari – ikki fyri at skaða onnur